Húsabjálving

Starvslýsing frá Páls Høll

Søkt verður eftir tveimum fólkum at arbeiða í Páls Høll sum lívbjargarar, reingerðisfólk og at avgreiða kundar.


Í nýggja starvi tínum fert tú m.a. at:
• Standa fyri trygdini í hylinum sum lívbjargari
• Hava ábyrgdina av dagligu reingerðini í Páls Høll
• Avgreiða kundar og ymiska sølu
• Fáast við ymisk tiltøk, ið verða fyriskipaði í Páls Høll

Sum starvsfólk hjá Páls Høll verður tú partur av einum toymi, ið stendur fyri trygdini, reingerð og kundarøkt. Arbeiðið er mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag kl. 15-19. Leygardag kl. 09.30-18.30.

Førleikar tínir
Tú skal duga væl at svimja, kunna standa lívbjargara-royndina, hava telduførleikar og duga at gera reint. Fyrimunur er, um tú hevur lívbjargara skeið, royndir innan reingerð og/ella royndir innan arbeiði í svimjihøll.

Tú skalt eisini:
• vera fyrikomandi
• duga væl at samstarva
• vísa arbeiðssemi og nærlagni
• hava hug og hegni at samskifta og at vegleiða kundum
• kunna arbeiða sjálvstøðugt

Løn og setanartreytir
Starvið er á 25 tímar/viku har 8 tímar/viku verða løntir sum vaktargjald 1 og 9 tímar/viku sum vaktargjald 2. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarflokk 2, stig 1.

Hug at søkja?
Send eina umsókn við avritum av prógvum, arbeiðsroyndum, viðmælum o.ø á info@palsholl.com í seinasta lagi 1. juni 2017 klokkan 12.

Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Sigurð Marner Simonsen, dagligan leiðara í Páls Høll á tlf. 781000 ella á info@palsholl.com

Facebook viðmerking