Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Ung í arbeiði hjá Vágs kommunu

Eins og undanfarin ár, verður aftur í ár møguligt hjá ungum í aldrinum 14 til 16 ár at vinna sær nakrar krónur, sum ung í arbeiði hjá Vágs kommunu.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi og kann m.a. fevna um fríðka, lúka, mála, upprudding, viðlíkahald av gøtum og vegum og so framvegis.

Umsøkjarin má vera fyltur 14 ár, áðrenn 30. juni, men má ikki fylla 17 ár áðrenn 25. juli. Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Alt eftir hvussu stórur áhugin er fyri tilboðnum, sleppa tey til arbeiðis í 2-3 vikur hvør. Byrjað verður mánadagin 26. juni.

Freistin at søkja er fríggjadagin 9. juni kl 15.00

Áhugaði kunnu venda sær til tlf. 663000 ella senda teldupost á vagur@vagur.fo

Facebook viðmerking