So eru lið úr Vágum, Eysturoynni, Streymoynni og Suðuroynni tilmeldaði

Skúlar og skúlaflokkar kring landið vísa Skúlafótbólti stóran áhuga og hava longu fleiri skúlaflokkar úr fleiri skúlum meldað lið til Skúlafótbólt.

Vit eru sera fegin um, at tað longu nú er greitt, at skúlaflokkar úr Vágum, Eysturoynni, Streymoynni og Suðuroynni koma til kappingina Skúlafótbóltur.

Lið kunnu meldast til her á heimasíðuni undir “Tilmeldingarskjal“.

 

6. flokkar kappast fyrst

Seinni í vikunu verður kunngjørt nær ymisku árgangirnar í fólkaskúlanum og miðnámsskúlar skulu kappst. Tað er tó longu greitt, at fyrsta umfar í Skúlafótbólti verður ónsdagin 24. oktober, tá 6. flokkar fara at kappast í Marghøllini í Vági.

 

BankNordik er høvuðsstuðul hjá Skúlafótbólti.

MYND: Bjartur Vest

Facebook viðmerkingar