Húsabjálving

Suðuroyingar taptu ímóti EB/Streymi

Dysturin við Stóra seinnapartin sunnudagin gjørdist alt annað enn tað, sum bæði heimaliðið og heimaáskoðarar høvdu vóna. Ikki tað, fyrri hálvleikur var á einari leið, men seinni hálvleikur var snøgt sagt ikki góður nokk.

Fyrri hálvleikur gekk javnt á. Suðuroyingar vóru tó nakað omaná, ikki minst um hugsað verður um málmøguleikarnir, sum heimaliðið hevði nakrar av. Tann størsti í fyrra hálvleiki kom um miðjan hálvleik tá Stefan Radosavljevic gerst púra leysur frammanfyri tómt mál – eftir gott uppspæl hjá Suðuroyingum – men Stefan skjýtur framvið málinum

Løtu seinni gjørdi Stefan skaðan góðan tá hann við góðum skotið – uppiborið – leggur heimaliðið á odda 1-0.

EB/Streymur hevði beint áðrenn hálvleik eina sera góða roynd, sum norski málverjin hjá Suðuroyingum bjargaði. -Og hetta var kanska byrjanin til tað sum hendi í seinna hálvleiki.

Frá fyrsta bríksli í seinna hálvleiki trýsti EB/Streymur á Suðuroyinga-málið. Við góðum og skjótum spæli kom EB/Streymur fram til alsamt fleiri møguleikar og eisini stórar málmøguleikar. Men Marius Berntzen í Suðuroyinga-málinum bjargaði einum skoti fyri og øðrum eftir – og var eisini væl áveg til at vinna sær heitið “man of the match”.

Men EB/Steymur vildi tað annarleiðis. Fyrst skoraði Jóhannes Hansen til 1-1 við sera góðum langskoti. Og løtu seinni, í síðsta minuttinum av vanligu leiktíðini, skoraði Leif Niclasen til 2-1, tá hann við góðum langskoti fangaði málverjan hjá Suðuroyingum nakað langt úti í brotsteiginum.

Hjá Suðuroyingum var hesin seinni hálvleikurin uttan samanbering vánaligastu 45 minuttirnar hetta kappingarárið. Orkan var fyri tað mesta brúkt uppá at gúppa bóltin upp á EB/Streyma hálvuna, og tá EB/Streymur so hevði fingið bóltin, var orkan brúkt at jagstra bóltin. Als onki uppbyggjandi spæl var allan seinna hálvleik. Og tá hugsað verður um, at Suðuroyingar í fyrra hálvleiki í veruleikanum vóru omaná og fóru til hálvleiks við 1-0 leiðslu, so var avrikið í seinna hálvleiki ikki nøktandi. 

Niður á 6. pláss

Úrslitini í dag førdu við sær, at Suðuroyingar ryktu niður á 6. pláss. Stigini eru framvegis 12 í tali, men nú er bara 1 stig niður til EB/Streym á 7. plássi, og 2 stig niður til ÍF á 8. plássi. Hinvegin er tað bara 1 stig upp til 4. plássi, sum HB í løtuni er á við 13 stigum (B36 er á 5. plássi við 12 stigum).

Støðan eftir tíggju umfør
1. KÍ (22 stig)
2. Víkingur (20 stig)
3. NSÍ (16 stig)*
4. HB (13 stig)
5. B36 (12 stig)*
6. TB/FCS/Royn (12 stig)
7. EB/Streymur (11 stig)
8. Skála (9 stig)
9. 07 Vestur (8 stig)
10. ÍF (6 stig)

*NSÍ og B36 spæla mánakvøldið

ÍF á útivølli í næsta umfari

Í næsta umfari, leygardagin 3. juni, skulu Suðuroyingar til Fuglafjarðar at spæla ímóti ÍF, sum við 6 stigum er á niðasta plássi í Effodeildini.

 

Myndina tók Bjartur Vest.

Facebook viðmerking