Húsabjálving

Trongisvágsbotnur ruddaður leygardagin

Leygardagin 27.05/2017 varð eitt bragd framt av 45 røskum sjálvboðnum fólkum – fyrst og fremst úr Suðuroynni, men eisini aðrastaðnis úr landinum – nevniliga ruddingin av rekastaðnum Trongisvágsbotni vestanfyri á Suðuroynni.

Hetta var allarhelst Føroya størsta ruddingartiltak.

Ringrás skrivar á Facebook vanganum: Vit ruddaðu tonsavís av burturkasti upp í einar 55 stórsekkir, umframt at klárgera ymsar stórar lutir so sum ein aliring og annað til tyrluna hjá MRCC at heinta seinni.

Facebook viðmerking