Arbeiðsloysið í Suðuroynni minkað niður í 4,4%

Tíðindi

Hóast arbeiðsloysið framvegis er størst í Suðuroynni, tá økini í landinum verða samanborin, so er arbeiðsloysið í Suðuroynni minkað úr 6,3% í juli 2017 niður í 4,4% í juli 2018.

Í juli var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,7%, samanborið við 1,8% mánaðin frammanundan og 2,4% fyri einum ári frammanundan. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 480 persónar í juli í ár, tað eru 196 færri enn sama mánað í fjør.  Munurin millum kynini er minkaður nakað, og nú er arbeiðsloysið hjá monnum 1,5% og hjá kvinnum 2,0%. Minsta arbeiðsloysið er í Vága sýslu við 0,8% og tað mesta í Suðuroy við 4,4%.

Lesið eisini meiri her

 

Facebook viðmerkingar