Húsabjálving

VB fyllir 112 ár í dag

Í dag verður ein av elstu felagsskapunum í Vági og Suðuroy 112 ár. Vágs Bóltfelag varð stovnað 5. juni 1905 við tí endamáli, at menna og skipa fyri fótbólti og hondbólti í Vági.
Nógv vatn er runnið í ánni síðani tá, og eitt ótal av hendingum eru farnar fram í hesum tíðarskeiði.
Felagsskapir sum Vágs Bóltfelag hava ómetaliga stóran týdning fyri eitthvørt samfelag. Týdningurin av at menna tey ungu innan bóltspæl er so eitt, men eisini týdningurin av felagsskapi og at knýta vinabond er gull verdur.
Í dag er tað mest hondbólturin sum eyðkennir felagsskapin VB. Hvønn vetur luttaka lið í øllum aldursbólkum í føroysku lands- og steypakappingini. Og soleiðis verður eisini komandi kappingarár.
Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og ein ungur dani er settur í starv sum venjari. Fyrst í juli fara umleið 40 ungdómar frá VB á stóra hondbóltskapping í Dronninglund í Danmark. Saman við foreldrum og familju annars telur ferðalagið um 100 fólk.
So hondbólturin í Vági gongur eini spennandi og mennandi tíð ímóti.
Men ongin hondbóltur uttan hjálp og stuðlar. Takk til foreldur sum stuðla sínum børnum í at íðka hondbólt, og sum ótroyttilig ferðast við børnunum um fjørðin allan veturin. Takk til øll tey sum á ymiskan hátt hjálpa til, og fáa alt at virka. Takk til allar stuðlar sum gera tað fíggjarliga gjørligt hjá VB at luttaka í føroysku kappingunum. Og ikki minst takk til allar áskoðarar sum trúfastir møta at stuðla VB bæði heima og úti.

Góðan føðingardag øll somul.

Facebook viðmerking