Húsabjálving

OL-gullvinnari á venjingarlegu í Vági

Litavska svimjistjørnan, Rūta Meilutytė, sum er OL-gullvinnari frá London og hevur heimsmet í 50 m. bringu, og í 100 m. bringu á bæði langgeil og stuttgeil, kom í gjár til Vágs, har hon komandi vikurnar skal verða á venjingarlegu í Páls Høll.

Rūta Meilutytė er ein av heilt stóru heimsstjørnunum tá umræður bringusvimjing.

Umframt at verða OL gull vinnari í 100 m. bringu við OL í London, so er Rūta Meilutytė fýr-faldur heimsmeistari, fimm-faldur evropeiskur meistari, og hevur vunnið eina røð av øðrum medaljum bæði til heimsmeistarakappingar, evropeiskar kapping og til world-cup kappingar.

Rūta Meilutytė hevur eisini heimsmet í 50 m. bringu, og 100 m. bringu á bæði langgeil og stuttgeil.

Rūta Meilutytė er 20 ára gomul og saman við venjara sínum komin á venjingarlegu í Páls Høll í Vági í samband við fyrireikingar til Heimsmeistara-kappingina í Ungarn í juli.

Rūta sigur, at hon í staðin fyri at fara á hæddarvenjingarlegu, sum var ætlanin, ella á venjingarlegu í onkrum av evropeisku stórbýnum, heldur vildi sleppa til eitt stað, har umstøðurnar eru í topp og har tað er friður til at savna seg fult og heilt um fyrireikingarnar til HM í summar.

-Og nú hon og venjarin (myndin) eru til fyrstu venjing í Páls Høll í morgun, lata tey sera væl at umstøðunum.

Jón Bjarnason, venjari hjá Susvim, sigur, at hetta er ein heilt fantastisk reklama fyri Páls Høll og fyri okkum í Vági. Hetta fer at varpa stórt ljós á Páls Høll og Vág, tí Rūta er ein av heilt stóru svimjistjørnunum tá umræður bringusvimjing. Ikki minst, so er hetta eisini ein framúr møguleiki fyri okkara svimjarar, sum fáa møguleika at venja saman við av heimsins allar bestu bringusvimjarum.

 

 

 

Facebook viðmerking