Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

The facilities (in Páls Høll) are amazing, one of the best I’ve been to!

Orðini eigur Rūta Meilutytė, sum komandi vikurnar verður í Páls Høll í Vági á venjingarlegu.

Rūta Meilutytė sigur við Góðan Morgun Føroyar í morgun, tá hon verður spurd um hvussu umstøðurnar í Páls Høll eru:

The circumstances in Páls Høll are very good.
They got a brand new system in the pool, a gym, and that is pretty much all we need.
Everything is more than great here.
I think the facilities are amazing, one of the best I’ve been to.

Skoðsmálini um Páls Høll eru ómetaliga góð, ikki minst tá hugsað verður um, at Rūta Meilutytė í svimjihøpi ikki er hvør sum helst. -Talan er um OL-gullvinnaran frá London og Rūta Meilutytė hevur eisini heimsmet í 50 m. bringu, og í 100 m. bringu á bæði langgeil og stuttgeil, og er eisini fýr-faldur heimsmeistari, fimm-faldur evropeiskur meistari, og hevur vunnið eina røð av øðrum medaljum bæði til heimsmeistarakappingar, evropeiskar kapping og til world-cup kappingar.

Ikki minst, so ferðast Rūta Meilutytė til venjingarlegur kring allan heimin – og umstøðurnar í Páls Høl eru eftir hennara tykki “one of the best I’ve been to”.

 

Mynd: Rūta Meilutytė  og venjari hennara.

Facebook viðmerking