Økið á Oyrunum gjørt klárt til Bakkafrost

Vágs kommuna: Seinastu 8 vikurnar hevur verið arbeitt við at gera økið innast á Oyrunum klárt til Bakkafrost, sum skal gera stórar aliringar á økinum.

Økið á Oyrunum, sum nú er gjørt klárt, er umleið 10.000 fermetrar til støddar. Hesar 8 vikurnar er umleið 20.000 rúmmetur av gróti ført á sjógv. Hamarin inni við berginum er burtursprongdur,, og økið er eisini planerað og trumlað.

Aliringarnir eru 200 m. í ummát og 63 m. í tvørmát og er arbeiðið við at gera aliringarnir farið ígongd.

Facebook viðmerkingar