Múrarafelagið Knáur

Leiðari til marghøllina í Vági

Eitt sera spennandi og fjølbroytt starv sum leiðari fyri marghøllini í Vági, er leyst at søkja.

Leiðarastarvið fevnir víða, frá at skipa innihaldið í marghøllini, til at leggja langtíðarætlanir, og til at taka sær av uppgávum í gerandisdegnum.

Marghøllin er eitt nýbrot fyri føroyskan ítrótt og sóknast vit eisini eftir persóni, sum kann verða við til at lyfta stóru møguleikarnir, sum marghøllin fer at geva, bæði í nærumhvørvinum og í landinum sum heild.

Vit bjóða eitt starv, har tú fær møguleikan at seta dám á og menna innihaldið í Føroya fyrstu marghøll.

 

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um:

  • at skipa innihaldið í marghøllini
  • at samskipa virksemi og skipa tiltøk í marghøllini
  • at marknaðarføra marghøllina
  • at røkja uppgávur í gerandisdegnum og tryggja, at marghøllin er eitt innbjóðandi stað at vitja
  • at leggja til rættis langtíðarætlan fyri virksemi í marghøllini
  • at samstarva við feløg, stovnar og einstaklingar um virksemi í marghøllini
  • at áseta og stýra fíggjarligu kørmunum fyri raksturin av marghøllini

 

Krøv til umsøkjarar

Vit vænta at tú:

  • hevur góðar leiðslueginleikar og hevur evnir at stjórna og samskipa
  • hevur góð evnir at samstarva og samskifta
  • hevur góðan telduførleika
  • trívist við einum fjølbroyttum gerandisdegi

 

Persónligir eginleikar

  • Vit vænta at tú er ágrýtin, miðvísur og hugsar nýskapandi í mun til teir møguleikarnir, sum marghøllin gevur.
  • Vit vænta, at tær dámar nýggjar avbjóðingar og at tú er vanur við at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Vit vænta, at tú hevur positivan hugburð og hevur lætt lyndi.
  • Vit vænta eisini, at tú hevur áhugað í ítrótti / rørslu, men hetta er ikki eitt krav.

 

Setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv, har vikuskiftis- og úrtíð kann fyrikoma.

Starvið verður lønt sambært avtalu.

 

Umsókn og umsóknarfreist

Umsóknir verða at senda við telduposti til Vágs Ítróttarráð, til tpost-adressu: anna@vagur.fo í seinasta lagi fríggjadagin 23. juni 2017 kl. 12.00.

 

Nærri kunning

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Annu B. Samuelsen, forkvinnu í Vágs Ítróttarráð á tpost-adressu anna@vagur.fo ella á tlf. 270469.

 

Um marghøllina

Vágs Ítróttarráð letur byggja marghøllina inni á Oyrunum í Vági, sum hevur til endamáls at skapa framúr góðar umstøður til fótbólt, frælsan ítrótt og annað virksemi í innandura stórhøll við graslíkisvølli, rennivølli, klatriveggi og øðrum ítróttahentleikum.

Í marghøllini er graslíkisvøllur, sum er 60 x 40 m. Rennibreytir kring vøllin til venjing og rørslu, umframt fýra rennibreytir til kappingar á 60 m., og umstøður til longarlop, 3-lop og hæddarlop. Í marghøllini er eisini innibygningur við skiftirúmum, skrivstovu, undirvísingar- og fundarhølum, goymslurúmum os.fr.

 

 

Vágs Ítróttarráð

 

Facebook viðmerking