Eftirskúlin í Suðuroy ígongd á sumri 2019

Tíðindi

Á Fíggjarlógini fyri 2019 er eisini játtan til Eftirskúlan í Suðuroy. -Og eftir ætlan verður farið í gongd eftirskúlatilboð á Tvøroyri á sumri 2019. Í fyrsta umfari í einum av verandi bygningum, til endalig loysn er funnin
hvar eftirskúlin skal húsast í framtíðini, stendur í Fíggjarlógini.

Eftir ætlan verða játtaðar 1 mió. kr. í 2019, 2 mió. kr. í 2020, 4 mió. kr. í 2021, 7 mió. kr. í 2022 og 2 mió. kr. í 2023.

Eftirskúlin í Suðuroy byrjar verður á Tvøroyri, eins og kommunurnar í Suðuroynni í felag hava mælt til.

 

Facebook viðmerkingar