Múrarafelagið Knáur

Ein ræðuligur dagur endar

Hesin fríggjadagurin, sum byrjaði sum ein vanligur vakur fríggjamorgun í juni, broyttist knappliga til at verða ein ræðuligur dagur fyri Suðuroyinna.

Stutt eftir kl. 10 varð boðað frá stórum eldi á virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Stutt tíð gekk, so vóru øll sløkkilið og bjargingarlið í oynni savnaði á Tvøroyri.

Skjótt gjørdist tó greitt, at støðan var sera álvarslig og fólk fingu boð um at fara av Tvøroyri, úr Trongisvági og úr Líðini, tí roykurin frá eldinum var vandamikil.

Stórur partur av Tvøroyri var evakueraður og fólk flutt til Hvalbiar, Hovs og Vágs. Og Tvøroyri varð meiri ella minni lýst í undantaksstøðu. Hjálp kom til Suðuroyar úr øllum landinum, bæði skip, bátar, tyrla, sløkkibilar, fólk os.fr.

Og eina løtu var støðan eisini hektisk.

Men løtur sum hesar, tá okkara næstu, antin talan er um skilfólk, vinfólk, grannar ella oyggjafelagar koma í slíkar ræðuligar støður, tá traðka okur í Suðuroynni altíð í karakter.

Eitt ótal av fólki hevur í dag gjørt ein megnar innsats fyri at alt skuldi ganga so gott sum yvirhøvur tilber. Alt frá teimum fyrstu, sum á virkinum hjá Varðanum Pelagic tryggjaðu, at ongin mannskaði hendi og at vandamikið evnir vórðu tryggjaði sum best, til sløkkiliðs- og bjargingarfólk og løgreglu, til tey mongu, sum tóku ímóti, tá fólk noyddust at flyta av Tvøroyri, ella komu við smyrjibreyði, kaku ella øðrum.

Dagurin í dag er ein ræðuligur dagur fyri Suðuroynna, nú eitt so týðandi virki hevur verið fyri slíkari vanlukku og tað helst fer at ganga rúm tíð áðrenn fólk sleppa til arbeiðis aftur. Men okur vístu eisini í dag, at okur kunnu so heilt ómetaliga nógv góð ting í felag, tá tað er neyðugt – hetta kunnu okur øll verða stólt um, hóast dagurin endar sum ein dapur dagur.

Facebook viðmerking