Húsabjálving

Takkarskriv frá Varðanum Pelagic í sambandi við eldsbrunan á virkinum á Tvøroyri

Varðin Pelagic harmast almikið um støðuna á virkinum á Tvøroyri, men vit eru samstundis sera takksom fyri, at øll komu út av virkinum rættstundis í øllum góðum, og at tað annars ikki stóðst nakar álvarsligur mansskaði í sambandi við ógvusliga eldsbrunan.

Varðin Pelagic vil hervið takka so hjartaliga fyri alla hjálp, samstarv og vælvild frá sløkkiliðum, bjargingarfeløgum og hjálparfólki úr allari suðuroynni, tilbúgvingini hjá Tvøroyrar kommunu og landinum, MRCC, løgregluni, tilbúgvingini og starvsfólkum hjá Varðanum Pelagic, Suðuroyar sjúkrahúsi, tyrluni hjá Altantsflog, Strandfaraskipum Landsins, manningunum á Brimli, Tjaldrinum, Samson, Triton og Smyril, sløkkiliðsfólki úr Tórshavn og frá Vága Floghavn, starvsfólki í ítróttarhøllini í Trongisvági og tvøráfólki annars, sum á ein fyrimyndarligan hátt hava samstarvað og gjørt sítt ítasta fyri at hjálpa til henda lagnudagin.

Eisini ein hjartans tøkk til tykkum mongu, sum lótu dyrnar upp kring alla suðuroynna fyri at hýsa fólki, sum í skundi mátti fara frá húsi og heimi.

Somuleiðis tøkk fyri blíðar heilsanir úr nær og fjar.

Hóast hetta er ein dyggur smeitur fyri Varðan Pelagic og ikki minst starvsfólk okkara, so fløvar tað at vita, at tá neyðin er størst, er hjálpin næst. Ein slíkur stuðul gevur okkum enn størri áræði at reisast aftur sum skjótast.

Hjartans tøkk øll somul.

Nevnd og leiðsla í Varðanum Pelagic

Facebook viðmerking