Múrarafelagið Knáur

David Müller til Suðuroyingar

Felags Suðuroyarliðið hevur nú gjørt sáttmála við evnaríka 18 ára gamla álopsleikaran David Müller. David er sonur fótbóltslegenduna Jan Allan Múller, sum vit kenna frá m.a. VB og landsliðnum.

David er eisini abbasonur Hanneman Múller sum spældi fyri VB í nógv ár (frá 1966-81) og eisini landsliðið.

Seinasta liðið David er knýttur at er Vejle Boldklub.

Vit kenna David frá U17 og U19 landsliðunum hjá Føroyum. David kemur at spæla við Suðuroyarliðnum í seinnu helvt av hesum kappingarárinum.

Facebook viðmerking