Múrarafelagið Knáur

Vinnarin av Pangea roknikappingini er Suðuroyingur

Ídag vóru finalur í føroyska partinum av stóru Pangea roknikappingini.

 

Vágs skúli var væl umboðaður í finaluni fyri 6. flokk, við 4 út av 5 finalistum. Hesi 5 høvdu vunnið seg í finaluna, aftaná eitt innleiðandi umfar við 125 luttakarum og síðani einari hálvfinalu við 10 luttakarum.

Finalan var hildin í Smæruni í Havn, sum er nýggi bygningurin hjá Starvsmannafelagnum.

Rokniuppgávurnar eru sera fjølbroyttar og geva stig eftir hvussu torførar tær eru.

Børnini høvdu 1 tíma, til at loysa so nógvar uppgávur tey megnaðu og skava so nógv stig saman sum møguligt.

Aftaná, tá  tíðin var farin og uppgávurnar gjøgnumgingnar, var vinnarin kunngjørdur og vinnarin fyri 6. flokkar í Føroyum 2017 gjørdist Alexander Holm Kilgour.

Hann kann nú kalla seg Føroyameistara í rokning fyri 6. flokk og út yvir heiðurin, fekk hann eina roknibók og eitt gávubræv til Expert í viðursløn.

Myndirnar eigur Anita Nysted
Facebook viðmerking