Húsabjálving

Mortan Thomsen, ein av stóru hetjunum fríggjadagin 

Fríggjamorgun kom eldur í á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Og uppá heilt stutta tíð útviklaði eldurin seg til stóreld, við sera vandamiklum royki, sum førdi við sær, at stórir partar av Tvøroyri varð evakuerað. 

Hesa løtuna, beint eftir kl. 10 fríggjamorgun, tá boðað varð frá eldinum, vórðu fleiri sera umráðandi avgerðir tiknar og gjøgnumførdar. Mitt í øllum ruðuleikanum, var Mortan Thomsen, sum arbeiðir á maskindeildini hjá Varðanum Pelagic. 

Mortan greiðir frá: Vit hava mannagongdir í samband við støður sum til dømis ein eldrsbruna, har øll starvsfólk skulu savnast á ávísum stað uttanfyri bygningin hjá Varðanum Pelagic. Tá vit so savnast uttanfyri, so hildu vit, at onkur manglaði. Fyri at tryggja, at ongin var inni eftir, so fór eg innaftur. 

Nógvur tjúkkur roykur var longu allastaðni. Eg mátti næstan grulva runt í øll rúm, eisini inn á wc-ini, ígjøgnum allan roykin. Men fekk so gjøgnumgingið øll rúmini. Til alla lukku fann eg tó ongan, men tá eg lat upp seinastu hurðina stóð eldurin uppgjøgnum gólvið í tí rúminum. Eg lata bara hurðina aftur og fór so útaftur til hini uttanfyri. 

Tann, sum vit leitaðu eftir, var farin saman við øðrum útum í vestara parti av virkinum.

 

Stongdu ventilarnir til ammoniakk tangarnar
Uttanfyri fara vit at tosa um tað vandamikla ammoniakki, og har eru jú stórar nøgdir av ammoniakki á virkinum, sum verður brúkt í samband við virksemi á Varðanum Pelagic. Ventilar frá tangunum eru teldustýrdir, men hava eisini følarar, sum lata upp og stongja ventilarnar. Fer t.d. hol á eitt rør eftir ventilarnar, so siga følararnir frá, men følararnir kunnu eisini lumpast til at lata seg enn meiri upp, um skipanin sigur frá, at ov lítið av ammoniakk er har sum tað skal brúkast – og tá streymar ammoniakk út úr tangunum. Hendan vandan tosaðu vit um, og gjørdu tí av, at fara innaftur og umvegis telduskipanina fáa stongt ventilarnar frá tangunum.  

Vit vóru tveir, sum fóru inn. Hin var í dragt og hevði masku, eg hevði bara masku. Roykurin var nú sera nógvur og tjúkkur. Vit kom tó inn til kontrolrúmið og framat telduni. Roykurin var so tjúkkur, at man sá næstan ikki telduskermin, men tað eydnaðist so at fáa latið upp telduna og umvegis telduskipanina fáa stong ventilarnir frá ammoniakk tangunum. Og so var at sleppa útaftur sum skjótast. 

Eftir hetta var ikki nógv hjá okkum at gera. Eldurin stóð longu uppgjøgnum takið á framleiðsluhøllini, so eg fór saman við øllum hinum av økinum – og sum so nógv onnur eisini heilt av Tvøroyri, tí roykurin var vandamikil. 

 

Til kanningar fyri roykeitran
Fríggjakvøldið var Mortan til kanningar fyri roykeitran á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men har var onki gali, sigur Mortan. 

 

Ein av stóru hetjunum
Uttan at hugsa um seg sjálvan og egna heilsu, fór Mortan fyrst inn á brennandi virki at kanna um nakar var inni á virkinum, sum ikki var komin út. Síðani fór Mortan saman við einum øðrum inn aftur fyri aðruferð í brennandi virki at stongja fyri ammoniakk tangunum. 

Mortan Thomsen er ein av stóru hetjunum frá fríggjadegnum, tá Varðin Pelagic brendi.

Facebook viðmerking