Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Várskeiðið á Ítróttaháskúlanum endað

Fríggjadagin 9. juni var hátíðarløta í Stóra Pakkhúsi, tá næmingar fingu diplom í samband við at várskeiðið 2017 endaði.

Guðmundur Joensen, háskúlaleiðari, flutti fram røðu og greiddi frá hesum fyrsta várskeiðnum á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Tilsamans 15 næmingar hava verið á várskeiðnum á Ítróttaháskúlanum, sum byrjaði um miðjan januar.

Hesi 15 hava fingið upplivingar fyri lívið, bæði í Suðuroynni og kring Føroyaland, tí Ítróttaháskúlin ger nógv burturúr at ferðast runt landið at leita sær avbjóðingar.

Hetta fyrsta várskeiðið á Ítróttaháskúlanum hava næmingar úr úr Føroyum, Danmark og Íslandi gingið á skeiðnum, og til heystskeiðið, sum byrjar mánadagin 14. august eru eisini tilmeldingar út bæði Føroyum og grannalondum okkara.

Næmingarnar takkaðu eisini fyri og greiddu frá, at tey á Ítróttaháskúlanum hava fingið eina uppliving fyri lívið, sum tey fara at taka við sær á leiðini. -Og tey eru vís í, at tey fara at hava ein “re-union” innan stutta tíð, samstundis sum tey eisini fara at leita aftur til Vágs. Ikki minst, so kunnu tey anbefalla øllum at fara á Ítróttaháskúlan í Suðuroy, hetta er eitt upplivilsi fyri lívið, siga tey við ein munn.

Fleiri myndir eru her

 

Facebook viðmerking