Múrarafelagið Knáur

Susvim sterkt umboðað til HM, NMU og Oyggjaleikir

Tá føroyskur svimjararnir í summar fara at kappast við HeimsMeistara kappingina í Ungarn, við Norðurlendsku Meistarakappingina fyri Ung í Vági og á Oyggjaleikum í Gotlandi, so verður tað við einari sterkari umboðan frá Susvim.

Róland Toftum og Sára R. Nysted fara bæði til HM, sum verður í døgunum 14. til 30. juli í Budapest í Ungarn. Leggjast kann afturat, at Rūta Meilutytė (Litava), sum er á venjingarlegu í Páls Høll fram til 30. juni, eisini venur fram til HM í Ungarn.

Róland og Sára skulu eisini við Oyggjaleikalandsliðnum, sum fer á Oyggjaleikirnar, sum verða á Gotlandi í døgunum 24. til 30. juni.

Í døgunum 8. og 9. juli verður Norðurlendska Meistarakappingin fyri Ung í Vági, og har fara Alisa Vestergård, Brynhild Johannessen, Hugin Lave og Rani Jacobsen úr Susvim at umboða Føroyar.

 

Facebook viðmerking