Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Tvøráfólk roynast fullvæl enn…

Stór var tín fortíð, størri framtíðssjón,
eg síggi bjart, bert áræði og vón,
í vænum moyggjum, eins og dreingjum er.
Brátt skal fram aftur ganga við ferð.

(Pól F.)

Fá mundu vænta hin oktober dagin í 1941, tá okkara Saltsilo á Drelnesi varð bombað av Nazitýsklandi, at hon nakrantíð fór at reisa seg aftur, men tað gjørdi hon tá á sinni, eins og hon nú hevur gjørt tað einaferð aftur. Hyggið at henni ídag, har hon stendur sum ein drottning millum mentanarhús í Føroyalandi.

Fáur mundi vænta, at vakri summardagurin fríggjadagin skuldi verða karmur um herviliga eldin sum legði meginpartin av Varðanum Pelagic i oyði – virkið, sum síðani tað byrjaði hevur verið fundamentið undir stóran part av vælferðini hjá Suðuroynni.

Skaparin skal hava lov og tøkk fyri, at bert materiellur skaði stóðst av brunanum í fyrradagin.

Og stóra tøkk til bjargingarfólk og myndugleikar, eins og øll onnur, ið rættu eina hjálpandi hond í neyðuni. Takk fyri tann samhug og hjálp, sum er vístur Tvørafólki úr øllum bygdum í Suðuroynni og frá fólki og myndugleikum aðrastaðni í Føroyum eisini.

Nú er at bróta upp armar, Varðin Pelagic, myndugleikar og oyggin her mugu taka lógvatøk saman og endurreisa virkið beinanvegin.

Áræði, vilji og vón, hevur ongantið trotið hjá okkum við Tvøroyarfjørð !

 

Bjarni Hammer

Facebook viðmerking