Húsabjálving

Palli Augustinussen A-venjara prógv

Í farnu viku gjørdist enn ein suðuroyingar A-venjari í fótbólti, tá Palli Augustinussen fekk A-venjaraprógv handað.

Palli Augustinussen hevur drúgvar royndir sum fótbóltsspælari, serliga hjá VB, VB/Sumba og FC Suðuroy. Men harumframt hevur Palli í eitt langt áramál verið venjari hjá ymiskum liðum í Vági – og hevur vant alt frá yngstu árgangunum til 1. deildarliðið hjá FC Suðuroy. Palli Augustinussen er eisini partur av venjaratoyminum hjá nýggja felags Suðuroyarliðnum.

Seinasta árið hevur Palli tikið A-venjara útbúgvingina, sum FSF skipar fyri, og fríggjadagin í farnu viku fekk Palli handað prógv sum A-venjari.

 

 

Facebook viðmerking