Húsabjálving

Galaxy ávirkar ferðafólkatalið í apríl og mai

Í tíðarskeiðinum frá 22. apríl til 14. mai røkti Galaxy Suðuroyarleiðina, meðan Smyril var í Danmark í dokk.
Nú ferðafólkatølini fyri apríl og mai eru tøk, er greitt, at Galaxy hevur ávirka tølini skeiva vegin.

Verður hugt at ferðafólkatalinum fyri apríl og mai, so eru ávísur munur á tølunum í 2016 og 2017.

Í apríl 2016 ferðastu 20.268 fólk og 7.592 akfør um Suðuroyarfjørð.
Í 2017 vóru tølini 19.756 fólk og 7.424 akfør.

Í mai 2016 ferðastu 23.324 fólk og 7.698 akfør um Suðuroyarfjørð.
Í 2017 var talið 20.079 fólk, tvs. fóð 3.250 fólk færri, meðan talið av akførum var nakað hægri, 8.328 akfør.

Ein av orsøkunum til minkandi ferðafólkatalið er helst, at Galaxy sigldi væl færri túrar um vikuna enn Smyril ger. Ein onnur orsøk er, at Galaxy brúkti langa tíð um Suðuroyarfjørð og ikki royndist eins væl í ivasomum veðri, sum Smyril ger. Hetta hevur helst ávirkað hugin hjá fólki at ferðast um Suðuroyarfjørð.

Vert er annars at leggja tilmerkis, at tað í fyrsta ársfjórðingi 2016 ferðastu eitt vet fleiri fólk um Suðuroyarfjørð enn fyrsta ársfjórðing í 2017. 

Facebook viðmerking