Húsabjálving

Farvæl samkoma fyri Eyð og Ben Eli Dam

Frá Frelsunarherinum í Vági: Farvæl samkoma ónsdagin 14. juni kl. 18.

Eyð og Ben Eli Dam steðga í Frelsunarherinum í Vági, aftaná at hava virka her í 10 ár, tey byrja at arbeiða í Frelsunarherinum í Keflavík í Ìslandi 1. august.

Mikukvøldið 14. juni kl 18 verður ein almenn farvæl samkoma í Frelsunarherinum í Vági, øll eru vælkomin at siga Eyð og Ben Eli farvæl.

Á skránni verður :

Kl. 18 vit eta eina máltíð saman

Kl. 19 byrja vit eina samkomu, hvar høvi verður at siga teimum farvæl og takk fyri tíðina tey hava verið í Vági. eisini verður góður felagssangur, o.a.

Vit vænta nógv fólk, tí ein má siga at tey hava verið sjónlig í Frelsunarherinum og í oynni sum heild, hvørja fer jólatrøðini skulu tendrast so hava tey verið tøk, og útimøtir á Jóansøku osfr.

Vit ynskja teimum blíðan byr og Guds ríku signing nú tey fara úr Vági og víðari til ìslands at virka.

1 august byrja Henrietta og Sámal Midjord í Frelsunarherinum í Vági, vit vilja eisini ynskja teimum vælkomnum.

 

Facebook viðmerking