Múrarafelagið Knáur

Lærari í fast starv á Heilsuskúla Føroya

Heilsuskúli Føroya søkir eftir lærara í fast starv, 30 tímar um vikuna, at byrja 15. august 2017.

Tú skalt hava heilsuútbúgving á bachelorstøði, ið er viðkomandi fyri heilsuútbúgvingarnar. Fyrimunur er um tú hevur útbúgving sum fysioterapeutur ella ergoterapeutur. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna við fastari arbeiðstíð á skúlanum. Fyrimunir eru, um tú hevur undirvíst áður. Tað er eitt krav, fyri at verða sett/ur í starv, at tú hevur arbeitt í minsta lagi eitt ár, innan títt fakliga øki, eftir lokna útbúgving.

Námsfrøðilig eftirútbúgving skal takast innan eitt avtalað áramál, um tú ikki hevur hesa frammanundan.

Starvið umfatar undirvísing av heilsuhjálparanæmingum og heilsurøktaranæmingum, fyrireiking og tilrættisleggjan í samband við undirvísing, harumframt næmingasamrøður og starvsvenjingarvitjanir, tá næmingar eru í starvsvenjing. Somuleiðis umfatar starvið samábyrgd av at menna útbúgvingarnar, at luttaka á toymisfundum, at vegleiða í samband við verkætlanarskriving, at hava próvtøkur og annars at taka medábyrgd av øllum virksemi á skúlanum.

Arbeiðið verður lagt til rættis sum toymisarbeiðið, í tøttum tvørfakligum samstarvi, millum lærararnar á skúlanum. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo umsóknarfreist 07. Juni 2017.

Facebook viðmerking