Múrarafelagið Knáur

Náttarvakt til Blákrossheimið

Søkt verður eftir náttarvakt til Blákrossheimið.

Við hesum verður søkt eftir náttarvakt til Blákrossheimið, at byrja 15. aug. 2017.
Viðgerðin á Blákrossheiminum er ein sálarlig- og sosialpædagogisk viðgerð, sum m.a. byggir á kognitivar- og atferðar broytingar, skipað við bólkarbeiði, staksamrøðum og fysiskari venjing.

Uppgávur/arbeiðsøki:

  • Verða um búfólkini um náttina.
  • Taka telefon.
  • Fyrifallandi praktiskt arbeiði.
  • Samtala við búfólkini og tey, sum ringja inn um náttina.

Vit rokna við, at tú:

  • hevur lætt við at koma í samband við menniskju.
  • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt.
  • ert álitisvekjandi og hevur góð innlivingar- og samstarvsevnir.
  • vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá Bláa Krossi Føroya.
  • tað er ein fyrimunur at tú hevur ástøðiliga útbúgving.

Løn/setanartreytir:
Talan er um 0,7 starv. Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

 
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo umsóknarfreist 07. Juni 2017.
Facebook viðmerking