Húsabjálving

Suðuroyingar stríddu seg til 1 stig á Skála

Suðringar hava í kvøld spælt dyst ímóti Skála á Skála. Talan gjørdist um ein heldur annarleiðis dyst við 2 brotssparkum og 2 reyðum kortum.

Fyrsta brotssparkið kom í 28. Minutti, tá Eiler Rasmussen dómari, dømdi brotsspark og Pætur Dam Jacobsen skoraði til 1-0.

14 minuttir seinni dømur Eiler aftur brotsspark. Hesaferð fær Mats Walberg í miðverjuni hjá Suðuroyingum seinna gula kortið og tískil reytt kort. Pætur Dam Jacobsen skoraði aftur og so var støðan 2-0.

Hetta var eisini hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki stríddust Suðuroyingar mannliga fyri at fáa mál. Og tá 75 minuttir vóru farnir var tað Búi Egilsson, sum minkaði um munin til 2-1.

Tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, var aftur eitt reytt kort á lofti, tá Poul Ingason varð vístur av vølli.

Men hetta slóð ikki Suðuroyingar út, tí 3 minuttir seinni skoraði Búi sítt seinna mál og nú var støðan 2-2.

Dysturin endaði eisini við javnleiki 2-2. Og megnaðu Suðuroyingar sostatt at vinna 1 stig suður aftur við, við 9 monnum ímóti 11.

Leggjast kann afturat, at við 2 málum í dag, hevur Búi Egilsson skorað 5 mál í teimum báðu seinastu dystunum.

Facebook viðmerking