Húsabjálving

Kommunulæknastørv leys at søkja í 8 læknadømum

Heilsutrygd lýsir hervið við tíggju kommunulæknastørvum í átta læknadømum. Størvini verða sett frá 1. september 2017 ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.

  • Norðoya læknadømi: tvey kommunulæknastørv
  • Fuglafjarðar læknadømi: eitt kommunulæknastarv
  • Skálafjarðar læknadømi: tvey kommunulæknastørv
  • Vestmanna læknadømi: eitt kommunulæknastarv
  • Sandoyar læknadømi: eitt kommunulæknastarv
  • Vága læknadømi: eitt kommunulæknastarv
  • Suðuroyar læknadømi: eitt kommunulæknastarv
  • Suðurstreymoyar læknadømi: eitt kommunulæknastarv

Størvini
Tey, sum verða sett í starv, skulu vera sinnað til at samstarva við hinum starvsfólkunum í læknadøminum og í heilsuverkinum sum heild. Tey skulu vera við til at menna heilsufakligar tænastur saman við viðkomandi pørtum og vera við í nýskipanum innan økið.

Økið
Kommunulæknar í Føroyum virka á einum heilsufakligum ábyrgdarøki, sum fevnir víða, krevur nógv og hevur góðar møguleikar til at menna seg fakliga. Allar kommunulæknaviðtalurnar eru knýttar at talgildu sjúklingaskránni Cosmic, sum er skrásetingarskipan fyri allar kommunulæknar og sjúkrahúsini.

Kommunulæknin er við í vaktarskipanini og samstarvar við aðrar kommunulæknar.

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Heilsu- og innlendismálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya og sambært sáttmála millum Heilsutrygd og Kommunulæknafelag Føroya.

Ískoyti til eftirútbúgvingarskeið verður veitt kommunulæknum í føstum starvi. Viðtaluhøli fylgja við starvinum, og tey eru ókeypis.

Í umsóknini skal verða tilskilað, hvat starv søkt verður.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo umsóknarfreist 07. Juni 2017.

Facebook viðmerking