Múrarafelagið Knáur

Jacob Petersen úr Vági gevst eftir 55 ár á sjónum

I 55 ár hevur Jacob Petersen úr Vági baksast á sjónum. Jacob fór fyrstu ferð til skips á sildafiskiskap vid sluppuni Johannu, hevur verið við norskum trolarum í eini 40 ár, og harav 15 tey seinastu árini við trolaranum Atlantic Star. Nú hevur hann so tikið avgerð um at gevast á sjónum.

Manningin umborð á Atlantic Star ber Jacobi heilsu á Facebook, har teir skriva: Vit eru sera takksamir fyri at hava havt Jacob við okkum hesi 15 árini, av allar raskastu monnum, spardi ikki seg sjalvan, altið klárur at taka eitt tak har bruk var fyri tí, ein dámligur og ikki minst skemtingasamur maður, vit fara heilt sikkurt at sakna hann tá vit fara umborð aftur.

Vit vilja her takka honum fyri 15 góð ár og ynskja honum alt tad besta 🙂

Heilsan skipsfelagirnir umborð á Atlantic Star.

Facebook viðmerking