Húsabjálving

Endurlýsing: Gartnari til Tvøroyrar Kommunu

Tvøroyrar kommuna søkir einum gartnari til eitt spennandi og fjølbroytt fulltíðarstarv.

Arbeiðið fevnir um:

  • Ábyrgd og røkt av grønum økjum í býnum
  • Skapa og evna nýggj øki
  • Røkt av kirkjugørðum 

Førleikakrøv:

  • hevur royndir á økinum sum gartnari ella tilsvarandi yrki, ella útbúgving sum gartnari
  • gott yvirlit og góð evni til samstarv
  • hevur royndir við prosjektum, at skapa og útinna

Vit sóknast eftir gartnara, sum:

  • kann arbeiða sjálvstøðugt
  • er skapandi og hevur eyga fyri at prýða
  • megnar at samskipa uppgávurnar saman við øðrum
  • hevur góðar eginleikar at samskifta við fólk

Løn og setanartreytir:

Gartnarin hevur tilvísing til býarverkfrøðingin í kommununi.

 

Starvið verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðgevarafelagið og avarandi yrkisfelag.

 

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

 

Umsóknin, saman við CV, skal sendast til:

 

Tvøroyrar Kommuna

Tvørávegur 37

800 Tvøroyri

 

og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. juni 2017, kl. 12.00.

 

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tummas Sørensen, býarverkfrøðingur, tlf. 211712.

 

Facebook viðmerking