Húsabjálving

Húsavørður til dagstovnin Mýrifípan hjá Tvøroyrar Kommunu

Søkir verður eftir fólki at arbeiða sum húsavørður, 20 tímar um vikuna at byrja 1. august 2017.

Stovnslýsing:

Dagstovnurin Mýrifípan fevnir um eina vøggustovu og tvær barnagarðsstovur. Tað eru 52 børn á stovnunum.

Arbeiðsuppgávur eru alt vanligt húsavørðarbeiði, ið inniber m.a., at hava umsjón og røkja stovnin og spæliøki rundanum stovnin. Eisini smáar umvælingar av leikum og innbúgvi.

Vit vænta, at tú:

  • Er handalig/ur og hevur gott eyga fyri røkt, og sær hvar tørvurin er.
  • Kann arbeiða hóast børn eru rundanum.
  • Er ágrýtin, nærlagd/ur og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Dámar eitt arbeiði við fjølbroyttum uppgávum.
  • Hevur góð samstarvsevnir, er tænastusinnað/ur og góð/ur at heita á.

Vit kunnu bjóða:

  • Góðar arbeiðsumstøður.
  • Eitt spennandi arbeiðspláss.
  • Eitt starv við nógvum ymiskum uppgávum.

Løn:

Starvið verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðgevarafelagið og avarandi yrkisfelag.

Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737.

Umsókn:

Umsókn, saman við revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

Tvøroyrar kommuna
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
tvoroyri@tvoroyri.fo

 

og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30.06.2017 kl. 12.00

 

 

Facebook viðmerking