Húsabjálving

Arnfinn Bjarkhamar: Minnast farnu ættfedrar sínar

Tey sum í hesum døgum leggja leiðina  vestur á Vágseiði, hava møguliga borið eyga við ein blómukassa, ið stendur í  næst-vestastu neystagrundini á Eiðinum. Hetta eru íslendsku eftirkomarar hjá  Jógvan Hjelm hjá Akka við Krosslið, ið plantað  hava henda kassa.

Jógvan Hjelm  hjá Akka var giftir við Gudridur Jónasdóttir, ið  fødd varð á Krossi í Mjóarfirði í Íslandi 23. apríl 1882. Tey búsetast úti  í Toftalíð og fáa 11 børn.  Jógvan hjá Akka, 49 ár,  druknar á  útróðrið fyri vestan 30. okt. 1926. Saman við Jógvani er sonur hansara Martin, 18 ár,  og bróður hansara Jaspur hjá Akka, 51 ár, við tveimum synum, Anthon, 24 ár og Esbern, 18 ár.  Eftir Jaspur sat einkja og 8 gentur. Eisini var Sofus Berg, ættaður úr Hvalba, men giftir í Vági við teimum. Eftir Sofus sat einkja við einari dóttur.

Jógvan Hjelm hjá  Akka og kona kona hansara Gudridur.

Upprunaliga vóru Akkabrøðurnir fýra, men tríggir fingu váta grøv,  einans  Danjal Hjelm hjá Akka, nevndur doya,  fekk  hvílu í kirkjugarðinum á Kirkjukletti. Umframt Jógvan og Jaspur ið sum kunnugt druknaðu fyri vestan, so sjólátst yngsti beiggin, Marius hjá Akka við  deksbátinum Sjóriddaranum eystur úr Mýrafjørði 24. nov. 1924. Við Sjóriddaranum vóru 8 mans, og tað mest  syrgiliga við hesi skipsvanlukku var,  at allir teir sjólætnu vóru úr húsum á Krosslið  ella har nærindis.  Eftir Marius  hjá Akka sat einkja við tveimum børnum.  Lagnan var teimum hørð.

Húsini ið Jógvan bygdi úti í  Toftalíð.

Tá ið Jógvan er  farin, flytir einkjan  Gudridur ella Gyðja, sum hon var rópt í Vági, aftur til Íslands og tekur øll  børnini við.  Børnini vóru upprunaliga 11,  men umframt  Martin, ið druknar fyri vestan, doyggja  tríggir dreingir av sjúku,  so tey eru  sjey,  ið fara við mammuni til Íslands.  Leysliga verður mett, at  nú á døgum eru eftirkomararnir um 600 í  talið.  Í 1942 verður Gyðja aftur rakt av  vanlukku, tá  verður ein av synunum, Jónas Valbein, niðurskotin við trolaranum Jóni Ólafsyni.

Men ein sum fer við mammu sínari til Íslands í 1927  er 12 ára gamli  Sivar Hjelm, ið  búsetist  í Ólafsvík. Tað er abbadóttir hansara Margrét ella Magga, sum saman við manninum Ásbjørn  nú í nøkur ár á hvørjum ári hava sett ein  blómakassa, just  í teirri  neystagrund,  sum Akkamennininir  áttu, og har teir á sinni fóru seinasta túrin. Eingin veit síðani frá teimum at siga.

Og fyri at vísa sín alsk til Vágsbygd  og heiðra  minni um Sivar, ið sum smádrongur noyddist til Íslands, og sum eldri royndi at leita heimaftur á slóðina, hava Magga og Ásbjørn  fyri nøkrum døgum síðari givið Vágs skúla eina stórfingna gávu,  ið setur skúlan tøkniliga  nógv ár fram í tíðina.

Nakað um Gudridur Jónasdóttur. Gudridur ella Gyðja kom at kenna  Jógvan hjá Akka her í Føroyum.  Hon var her saman við pápa sínum. Tey giftast 1. Jan. 1906, og tey  byggja úti í Toftalíð.  Eftir at Jógvan  og sonurin  eru sjólætnir flytir Gyðja aftur til Íslands, men tað er óvist nær umleið hon flytur, men sannlíkt er, at  veturin 1927/28 býr hon á Eystlandinum, á einum garði nevndur Hellisfjarðarsel,  í lítlu bygdini Hellisfjørður.  Árið eftir býr hon í lítlu bygdini Sandvík, tá kom hon at kenna  Kristian Hallbjørn Kristjansson, sum hon giftist við. Tey   búsetast á Norðfirði. Seinni flyta tey so til Kóparvogar. Har  livdu hon síni seinastu ár: Hon andaðist 6. august 1961, um 80 ára gomul.

 

 

Facebook viðmerking