Húsabjálving

Dagrøktari til Dagrøktarskipanina hjá Vágs kommunu

Dagrøktarskipanin hjá Vágs kommunu søkir eftir dagrøktara í starv frá 17 august 2017.

Vit vænta at tú:

  • Hevur hegni og áhuga at ansa børnum
  • Ert álítandi og hevur góð evnir til samstarv
  • Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert tolin og vísir umsorgan fyri børnunum
  • Neyðugt er við góðum umstøðum at ansa børnum, soleiðis at børnini eru í tryggum karmum, bæði inni og uttandura.

Arbeiðstíðin er frá kl. 7.30 til kl. 17.15 og lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Irdi Bjarkhamar, dagrøktarleiðara, á tlf. 239341.

Umsókn, CV og møgulig viðmæli skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 3. juli 2017 kl. 12.00.

 

Umsóknir skulu sendast til:

Vágs kommunu

Vágsvegur 30

FO-900 Vágur

ella á vagur@vagur.fo  

Facebook viðmerking