Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Suðringur til klassingar á Vágs Skipasmiðju

Trolarin Suðringur kom í vikuni til Vágs og fór upp á bedingsvognin hjá Vágs Skipasmiðju.

Gudmund Jacobsen, stjóri á Vágs Skipasmiðju, sigur, at Suðringur er til 40 ára klassingar, og harumframt verður eisini ymiskt annað gjørt, m.a. botnurin vaskaður og skipið verður eisini málað.

Suðringur er smíðaður á Skála Skipasmiðju í 1977 og er 45,62 m. langur og 9,32 m. breiður.

Suðringur er heimahoyrandi á Tvøroyri 

Facebook viðmerking