Múrarafelagið Knáur

Heilsurøkt, heilsuhjálp og starvsbrøkur

Sólfinn Hansen: Í tíðindunum í gjár var at hoyra, at Tórshavnar Kommuna ætlar at heita á landið um at seta á stovn heilsuhjálparaútbúgving í Tórshavn. Grundgevingin er, at ov fáir heilsuhjálparar eru at manna størvini, og tey eldru fáa tí ikki ta heilsurøkt, teimum tørvar. Ført varð somuleiðis fram, at tað at verandi útbúgving liggur í Suðuroy, er ein forðing, og tí eigur ein útbúgving afturat at verða sett á stovn

Starvsbrøkurin
Sum forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum førdi fram í útvarpinum, verða í løtuni so nógv fólk útbúgvin í Suðuroy, sum praktikkplássini megna at bera. Somuleiðis metti hon ikki, at staðsetingin av útbúgvingini var ein trupulleiki, og at stovnsett eina eyka útbúgving hevði ikki loyst hendan fløskuhálsin.

Ein tílík “loysn” hevði tvørturímóti lagt roykslør yvir veruligu orsøkina til trupulleikan, ið er at finna eina heilt aðrastaðni, og sum er munandi lættari at loysa enn at seta á stovn nýggjan skúla.

Við heilt fáum undantøkum er meginreglan, at fólk í føstum almennum starvi hava rætt til fulla tíð, t.e. setanarbrøkin 1,0. Eitt av hesum heilt fáu undantøkum er økið heilsurøkt. Innan økini hjá heilsurøktarunum og heilsuhjálparunum er púra vanligt, at søkt verður eftir starvsfólki at arbeiða niðursetta tíð, ofta 0,7 tíð. Hetta merkir, at hvørja ferð 10 fólk verða sett, sleppa hesi bert at arbeiða 7 ársverk í staðin fyri 10.

Eisini ein trupulleiki fyri starvsfólkini
At starvsfólk soleiðis í útgongdsstøðinum verða sett í parttíðarstarv hevur eisini keðiligar avleiðingar fyri teirra privatbúskap. Eitt er at lønin verður tilsvarandi minni; har sáttmálalønin er umleið 23.000 krónur um mánaðin, gevur 0,7 tíð einans umleið 17.000 krónur um mánaðin. Hetta førir til, at starvsfólkini ofta mugu átaka sær eyka vaktir, ella eisini fáa sær eitt starv afturat heilsurøktara- ella heilsuhjálparastarvinum.

Ein uppaftur keðiligari avleiðing er, at eftirlønin hjá hesum starvsbólki somuleiðis gerst tað minni. Við at arbeiða 0,7 tíð verða eisini bert 70% av fullum pensiónsgjaldi inngoldin, og hetta ger at heilsustarvsfólkini fáa eina lægri pensión útgoldna enn fólk, ið hava havt sína lívsleið í øðrum yrkjum. Av tí at tey flestu starvsfólkini innan heilsurøkt og heilsuhjálp eru kvinnur, skeiklar hetta somuleiðis lønarmunin millum menn og kvinnur uppaftur meira til ógagns fyri kvinnurnar, ikki bert meðan tær eru í arbeiðsførum alduri, men eisini sum pensiónistar.

Loysnin er einføld – og ókeypis
Loysnin er sera einføld. Hon er ikki at byggja ein nýggjan skúla ella at stovnseta eina nýggja útbúgving uttanfyri Suðuroy. Loysnin er at bera so í bandi, at almennir og kommunalir arbeiðsgevarar – herímillum telist Tórshavnar Kommuna sjálv – í útgongdsstøðinum altíð lýsa størv leys við setanarbrøkinum 1,0, har tað ber til. Eru 2,8 ársverk leys, skal lýsast eftir tveimum starvsfólkum at arbeiða fulla tíð og einum at arbeiða 0,8 tíð. Ikki eftir 4 starvsfólkum at arbeiða 0,7 tíð.

Eru 14 ársverk á einum stovni, eiga 14 røktarstarvsfólk at verða sett. Ikki 20 starvsfólk við 0,7 tíð. Hervið vera 6 starvsfólk leysgivin til at arbeiða aðrastaðni í røktini, og soleiðis verður bøtt munandi um mangulin uppá røktarstarvsfólk.

Ynskir eitt starvsfólk sjálvt at fara niður í tíð, kunnu starvsfólkið og leiðslan so gera avtalu um tað í hvørjum einstøkum føri.

Við á hendan hátt at gagnnýta og optimera verandi starvsfólkatilfeingi, fáa vit tikið broddin av røktartørvinum – og væl tað. Somuleiðis fáa starvsfólkini betri arbeiðsumstøður og munandi betri eftirlønartreytir, so her er eitt upplagt høvi at fáa ikki bara tvær, men fleiri flugur við einum smekki.

Facebook viðmerking