Húsabjálving

Suðuroyingar-07 Vestur sunnudagin

Sunnudagin er 13. umfar í Effodeildini á skránni, og Suðuroyingar taka við Stórá ímóti 07 Vestur.

Bæði 07 Vestur og Suðuroyingar koma frá dystum, har úrslitið hevur verid teimum til fyrimuns. 

07 Vestur skoraði í 93. minutti til 3-2 ímóti ÍF ónsdagin, meðan Suðuroyingar við 9 ímóti 11 monnum stríddu seg til ein 2-2 javnleik ímóti Skála.

Fyri Suðuroyingar var dysturin á Skála “dýrur”, tí nú 07 Vestur kemur á vitjan, verða Suðuroyingar fyriuttan verjuleikaran Mats Walberg, og Poul Ingason, sum báðir fingu reytt kort ónsdagin.

Dysturin millum Suðuroyingar og 07 Vestur byrjar kl. 15.

Facebook viðmerking