Húsabjálving

Búi koppaði 07 Vestur

“He is on fire”, segði Maurice Ross, venjari hjá Suðuroyingum, í stuttari viðmerking um Búa Egilsson, sum við tveimum málum í dag, nú hevur skorað 6 mál seinastu trý umførini.

Búi Egilsson var eisini dagsins maður við Stórá seinnapartin. Fyrst vann hann eitt brotsspark, sum Jón Krosslá Poulsen trygt setti í netið, so støðan gjørdist 1-1. Og síðani skoraði Búi tvey mál í seinna hálvleiki og avgjørdi dystin til fyrimuns fyri Suðuroyingar.

Men dysturin kundi kanska endað heilt annarleiðis. 07 Vestur hevði í fyrru helvt av fyrra hálvleiki fleiri heilt stórar málmøguleikar, eftir at teir løgdu seg framum 1-0. Men ein sera vælleikandi málverji í Suðuroyinga-málinum forðaði fyri, at Vágamenn fingu meiri enn tað eina málið.

Vágamenn spældu fyrra hálvleik undan vindinum. Og við einum fittum loti í baki, var tað eisini eitt sindur lættari enn vanligt at trýsta Suðuroyingar høgt á vøllinum. Hetta gjørdi eisini, at 07 Vestur kom fram til fleiri vandamiklar støður frammanfyri Suðuroyingamálinum. Tann eini førdi við sær, at bólturin endar á einum Vága-høvdi og í málið til 1-0. Hesa løtuna var 07 Vestur eisini omaná.

Suðuroyingar stríddu seg, sum fyrri hálvleikur leið, inn í dystin aftur. Og tað eydnaðist eisini nakrar ferðir at skapa hálvar kjansir. Ikki minst riggaði tað væl at spæla uppá skjótleikan hjá Búa Egilsson, sum ferð eftir ferð sett verjuna hjá 07 Vestur undir trýst við sínum ágrýtna og beinleiðis spælistíli.

Tá 3-4 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki sleppur Búi leysur av 07 Vestur verjuni. Verjuleikarin hongur um allan yvirkroppin á Búa, sum nú er farin inn í brotsteigin – og tá Búi so verður togaður niður, varð brotsspark. Jón Krosslá Poulsen varð settur at skjóta – og við knallharðum skoti høgt í málið, var støðan 1-1. Og hetta var eisini hálvleiksstøðan.

Seinni hálvleikur var ikki meiri enn byrjaður, tá Búi Egilsson fær ein bólt í vinstru síðu millum 16-meturin og síðulinjun. Við 07 Vestur verjuleikara tætt at kroppinum, snarar Búi sær á og skjýtur eitt framúr gott mál – bólturin varð snaraður heilt í handara horn, uttan møguleika hjá 07 Vestur málverjanum.

Eftir hetta royndi 07 Vestur at stríða seg inn í dystin aftur, men Suðuroyingar høvdu dystin undir kontrol og komu eisini fram til nakrar møguleikar.

Tá lá í luftini, at eitt mál fór at koma afturat – og heimaáskoðararnir vóru eisini ivasamir um, at støðan bara var 2-1. Men ikki fyrr enn í seinasta minutti kom hetta málið, tá Búi Egilsson verður spældur leysur eftir langan bólt frá egnum brotsteigi. Við ferð beint móti málinum, inn í brotsteigin, er Búi eirindaleysur og skorar til 3-1. Og hetta var eisini seinasta skotið í dystinum.

Suðuroyingar vunnu uppiborið 3-1. Men tað skal eisini verða sagt, at 07 Vestur vísti góðar taktir gjøgnum allan dystin. Serliga vóru áleypararnir hjá 07 Vestur ein støðug hóttan.

Facebook viðmerking