Múrarafelagið Knáur

Ikki møguligt at siga hvør orsøkin var til eldin

Í samband við kanningararbeiðið, sum politiið setti í verk í niðurbrenda virkinum hja Varðin Pelagic á Tvøroyri, er ikki møguligt at nágreina, hvør orsøkin er til at eldur kom í bygningin.

Politiið er komið framm til, at eldurin er uppstaðin í økinum, sum varð brúkt til pakking.

Sveisiarbeiði vi CO2 var á tí staðnum, men alt bendir á, at sveisiarbeiðið er gjørt fult forsvarligt og eftir galdandi forskriftum.

Øll tann elektriska skipanin er so illa farin, at tað ikki hevur verið møguligt at finna nakrað brek við skipanini.

Politiið metir tí, at tað ikki er møguligt at siga nágreinuliga, hvat orsøkin til eldin hevur verið.

 

Facebook viðmerking