Múrarafelagið Knáur

Óreglusemi á vatnveitingini 20. og 21. juni

Vágs kommuna: Í samband við liðugtgerð av nýggju vatnleiðingini í vestara parti av Geilini, verður skrúva fyri vatninum týsdagin 20. juni og ónsdagin 21. juni frá kl. 9.00 til arbeiðið er liðugt.

Arbeiðið verður gjørt sum liður í nýgerð av vegnum í vestara parti av Geilini, sum eisini fevnir um nýggja vatnleiðing í hesum partinum av býnum.

Við tað at skrúva verður fyri vatninum, so vilja partar av býnum verða ávirkaðir av hesum týsdagin 20. juni og ónsdagin 21. juni.

 

Vágs kommuna

Facebook viðmerking