Húsabjálving

Námsfrøðing til Eikilund og til Ungdómshúsið í Vági

Vágs kommuna søkir eftir námsfrøðingi til dagstovnin Eikilund og eftir námsfrøðingi til Ungdómshúsið í Vági.

Námsfrøðingur til dagstovnin Eikilund í Vági

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til dagstovnin Eikilund í Vági at byrja 14 august 2017.

Dagstovnurin liggur í sera vøkrum og náttúruríkum umhvørvi, har náttúran kemur at seta sín dám á gerandisdagin.

Vit vænta at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt er ja-lig/ur, dugir at samstarva, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál.

Vit bjóða eitt spennandi starv, ið er í støðugar menning har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á stovnin.

 

Setanarviðurskifti

Starvið er normerað til 35 tímar um vikuna.

Arbeiðstíðirnar liggja millum kl. 7.00 og kl. 17.00.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í fyribils tíðaravmarka starv.

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til leiðarin, Anna Maria Jacobsen á tlf. 239343.

 

Skrivlig umsókn, CV og møgulig viðmæli skulu verða Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7 juli 2017 kl. 12.00.

Vágs kommuna

Vágsvegur 30

Fo-900 Vágur

ella á vagur@vagur.fo

 

Námsfrøðingur til Ungdómshúsið í Vági

 

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til ungdómshúsið í Vági at byrja hálvan august 2017.

Vit vænta at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt er ja-lig/ur, dugir at samstarva, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál.

Vit bjóða eitt spennandi starv, ið er í støðugar menning har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á tilboðið.

 

Setanarviðurskifti

Starvið er normera til 25 tímar um vikuna.

Arbeiðstíðin er frá kl. 15 til 22, 3 dagar um vikuna og annahvørt fríggjakvøld frá kl. 21 til midnátt.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í fyribils tíðaravmarka starv.

 

Skrivlig umsókn, CV og møgulig viðmæli skulu verða Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7 juli 2017 kl. 12.00.

Vágs kommuna

Vágsvegur 30

Fo-900 Vágur

ella á vagur@vagur.fo

Facebook viðmerking