Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir einum fysioterapeuti í farloyvisstarv

Talan er um avbjóðandi og gevandi starv í einum tvørfakligum toymi við serkunnleika innan fysioterapi. Endamálið er at tryggja at borgarin livir eitt aktivt lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin.

Vit søkja eftir
einum fysioterapeuti í farloyvisstarv í starvsbrøki 1.0 svarandi til 40 tímar um vikuna frá 1.august 2017 til 30.juni 2018

Uppgávur:

  • Veita venjing á røktarheimi/eldrasambýlum og til heimabúgvandi borgarar
  • at kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri
  • heilsufremjandi og sjúkufyribyrgandi venjingar fyri eldri +65
  • at undirvísa og ráðgeva um heilsu og trivna
  • at kanna, venja og vegleiða húsfólk, sum búgva á stovni

Útbúgving og førleikakrøv:

  • hevur prógv og autorisatión sum fysioterapeuturdugir væl at samskifta
  • vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
  • dugir at vegleiða og undirvísa
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og leggja venjingarætlanir til rættis
  • KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða

  • Eitt sjálvstøðugt, dynamiskt og fjølbroytt starv
  • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum umstøðum
  • Eitt starv við nógvum avbjóðingum, har tú kemur at seta dám á tilboðini hjá BHS

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo

Facebook viðmerking