Suðringar vunnu 2-1 á Skála

Ítróttur Tíðindi

Í einum jøvnum dysti við Stórá seinnapartin vunnu Suðringar 2-1 á Skála. 

Tað var annars Skála, sum legði seg á odda 1-0 í 28. minutti við málið, sum Ólavur Mikkelsen gjørdi við beinleiðis frísparki. Eitt sera gott mál.

Suðringar svaraðu tó aftur tá 34 minuttir vóru farnir, og var tað Dánjal Godtfred sum skoraði fyri Suðringar. Dánjal fekk ein langan bólt frá málverja, umvegis Papa Faye, og skoraði til 1-1.

Í seinna hálvleiki spældu Suðringar ímóti vindinum og var Skála eisini omaná ein part av hálvleikinum. Men hóast hetta, so vóru tað Suðringar, sum fingu einasta málið í seinna hálvleiki – og var tað Stefan Radosavljevic sum skoraði eftir at Suðringar vunnu bóltin frá Skála, sum var ávegis í álop.

Úrslitið førir við sær, at Suðringar nú hava 25 stig og Skála hevur 26 stig.

Komandi vikuskifti skulu Suðringar til Havnar, har B36 tekur ímóti.

 

Mynd: Andras Nolsøe

Facebook viðmerkingar