Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Leiðari til deildina á Tvøroyri

Nú leiðarin á deild okkara á Tvøroyri hevur valt at taka við nýggjum avbjóðingum í bankanum, søkja vit eftir einum virkisfúsum leiðara til spennandi deildarleiðarastarvið at byrja skjótast gjørligt.
 

Starvið
Sum leiðari á deild okkara á Tvøroyri fært tú ein fjøltáttaðan gerandisdag við ávirkan og ábyrgd. Deildin telur 8 starvsfólk, og tú fært ábyrgdina av dagligu leiðsluni, umframt at tú verður partur av leiðslutoyminum á privatkundaøkinum í bankanum.

Tín fremsta uppgáva verður at skapa framhaldandi vøkstur og góð úrslit fyri deildina og bankan.
Umframt leiðsluleiklutin fevnir ábyrgdarøkið m.a. um hesar uppgávur:

Umframt leiðsluleiklutin fevnir ábyrgdarøkið m.a. um hesar uppgávur:

  • At leggja til rættis ætlanir og áseta mál fyri deildina
  • Fyrireiking av átøkum
  • Samskifti við verandi og nýggjar kundar
  • Áhaldandi menning av tænastum bankans í nærøkinum

Harumframt inniber starvið tætt innanhýsis samstarv og samskifti við ymisku deildir bankans.

Førleikakrøv
Vit sóknast eftir einum persóni, sum:

  • hevur viðkomandi útbúgving innan búskap ella fígging
  • hevur sjálvstøðugt arbeiðslag
  • er opin, framsøkin, samstarvssinnaður, úrslitagóður og nýhugsandi
  • hevur leiðsluroyndir ella leiðslueginleikar

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans arbeiðsumhvørvi.

Tú verður partur av einum eldhugaðum toymi, ið veitir kundum okkara í Suðuroynni holla ráðgeving innan fíggjarviðurskifti.

Umsókn
Skrivlig umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. juli 2017. Umsóknin skal sendast við teldubrævi til hr@banknordik.fo.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Turið F. Arge, privatkundastjóra, á telefon 230 678.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á www.starvsportal.fo

Facebook viðmerking