Húsabjálving

Gartnari til Umhvørvisstovuna

Gróðurstøðin í Hoydølum sóknast eftir fólki til gartnarastarv at byrja 1. september 2017.

Arbeiðið fevnir um plantualing og -røkt, um royndir við plantum, og um ráðgeving
og sølu.

Vit sóknast eftir fólki við gartnaraútbúgving og -royndum, men eisini fólk við aðrari viðkomandi útbúgving og fakligum royndum kunnu søkja. Arbeiðið umfatar av og á skeivar arbeiðstíðir, langar dagar umframt leygardagar.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á www.starvsportal.fo

Facebook viðmerking