Húsabjálving

Ert tú nýggi samskiparin í Fíggjarmálaráðnum?

Dámar tær at hava nógvar bóltar í luftini í senn? Dugir tú at arbeiða við tíðarfreistum? Og vilt tú hava eitt starv við fjølbroyttum og gevandi arbeiðsuppgávum? So er tað júst hetta starvið, tú skalt søkja.


Okkum tørvar ein ágrýtnan samskipara til okkara tænastueind – eitt starv í spennandi og avbjóðandi umhvørvi.

Á tænastueindini starvast tvey fólk, og uppgávur teirra fevna um:

  • skrivarauppgávur, herundir málrøkt og rættlestur
  • at samskipa lógarmál
  • samskiftisuppgávur, so sum at leggja út á heimasíðu, skriva tíðindaskriv v.m.
  • ráðharratænastu og protokoll
  • at samskipa fundir, verkætlanir og gera verkætlanarlýsingar
  • praktiskar uppgávur, so sum bókhald, skjalagoymsla, KT, hølisumsiting, starvsfólkaumsiting o.a.

Ert tú skipað/ur, hevur góð samstarvsevni, dugir at arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í bólki, ert tú kanska tann, vit sóknast eftir.

Tað er umráðandi, at tú hevur hóskandi útbúgving og royndir innan almenna fyrisiting og/ella privata vinnu. Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú ert stinn/ur í føroyskum og enskum máli.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á www.starvsportal.fo

 
Facebook viðmerking