Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Fólk til reinsitænastuna hjá IRF

Søkt verður eftir einum fólki til reinsitænastuna hjá IRF í Suðuroynni at byrja skjótast til ber.

Arbeiðið umfatar at koyra slamsúgvaran hjá IRF í Suðuroynni umframt aðrar uppgávur innan IRF.

Reinsitænastan hjá IRF hevur m.a. hesar uppgávur:

  • tøma uppsamlingsbrunnar
    · opa kloakkir
    · heinta spillolju
    · reinsa tangar og kjølar
    · aðrar líknandi uppgávur

Hevur tú stóra koyrikortið, ert vanur at koyra lastbil, kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur góðan ordan, ert tú møguliga tann, vit søkja.

Øll skráseting hjá IRF er talgild, so neyðugt er við ávísum telduførleika.

Starvið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF, tel 414243, og spyrja eftir Torfinn Mortensen.

Umsókn skal vera okkum í hendi innan mánadagin 10. juli 2017. Umsóknin kann sendast til irf@irf.fo, ella við postinum til:

IRF
Víkarvegur 107
520 Leirvík

 

Facebook viðmerking