Húsabjálving

Vágs kommuna søkir reingerðarfólk

Søkt verður eftir reingerðarfólkið til Vágs kommunu.

Talan er um:

  • Tíðaravmarka starv í Vágs Høll áleið 20 tímar um vikuna frá ½ juli 2017 – juni 2018.
  • Tíðaravmarka starv í Vágs skúla áleið 15 tímar um vikuna frá august 2017 – 31 juli 2018.
  • Summarferiuavloysari til høvuðsreingerð á dagstovninum at byrja ½ juli 2017.
  • Summarferiuavloysari til høvuðsreingerð í spælistovuni at byrja ½ juli 2017.

Størvini eru tímalønt samsvarandi sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til býráðsskrivstovuna tlf. 663000.

Umsóknin skal vera Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 11. juli 2017 kl. 12.00. Viðmerk í umsóknini, hvat starv tygum søkja. 

 

Umsóknin skal sendast til:

VÁGS KOMMUNU

Vágsvegur 30

FO-900 VÁGUR

ella á vagur@vagur.fo

 

Facebook viðmerking