Múrarafelagið Knáur

Japanskt sjónvarpslið í Páls Høll

Hesar seinastu dagarnir hevur eitt japanskt sjónvarpslið verið í Vági.

Sjónvarpsliðið, sum er frá einari av teimum stóru japonsku sjónvarpsrásunum, er í Vági fyri at fylgja litavsku svimjistjørnuni, Rūta Meilutytė, sum er á venjingarlegu í Páls Høll.

Japanska sjónvarpsrásin ger stóra sendirøð har tey fylgja fleiri ymiskum ítróttarfólkum á leiðini fram til Olympisku leikir í Tokyo í 2020, og ein av hesum er Rūta Meilutytė.

Fyrrapartin í dag var sjónvarpsliðið í Páls Høll, tá Dennis Holm, borgarstjóri, heilsaði uppá Rūta Meilutytė og ynskti henni góða eydnu til HM.

Japanska sjónvarpsliðið gjørdi eisini samrøðu við borgarstjóran og spurdu hvønn týdning tað hevur fyri Vág, at ein so stór svimjistjørna kemur her á venjingarlegu. Sjónvarpsliðið vísti eisini søguni um Páls Høll stóran ans.

Japanska sjónvarsliðið fer eisini at fylgja Rūta Meilutytė, tá hon í juli fer at kappast við HM í Ungarn.

Facebook viðmerking