Húsabjálving

Nýggjur varastjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Gunnbjørg Guttesen í starv sum nýggjan varastjóra við sjúkrarøktarfakligari bakgrund á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Gunnbjørg Guttesen er 43 ára gomul, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá Odense Sygeplejeskole í 1999, onkologisk eftirútbúgving frá Århus Sygehus í 2006 og B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya í 2009.

Gunnbjørg Guttesen hevur drúgvar ítøkiligar royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur á somatiskum sjúkrahúsdeildum bæði í Danmark og í Føroyum umframt royndir at undirvísa frá Heilsuskúla Føroya. Gunnbjørg Guttesen hevur harumframt verið virkandi fyristøðukvinna á Suðuroyar Sjúkrahúsi seinasta hálva árið.

Gunnbjørg Guttesen byrjar í starvinum beinanvegin.

Facebook viðmerking