Múrarafelagið Knáur

Uppruddingararbeiðið byrjar

Varðin Pelagic boðar frá, at uppruddingararbeiðið í brunatoftunum byrjar mánadagin 3. juli og væntast at taka 3 vikur.

Til uppruddingina koma stórar maskinur inn á avhegnaða økið, sum fara at klippa sundur og sortera, til skip kemur eftir skrottinum og siglir tað til endurvinningarfyritøku í Danmark. Eisini fara lastbilar at koyra frá økinum við burturkasti, sum skal til IRF.

Varðin Pelagic vónar, at hetta ikki verður til stóran ampa fyri okkara nærmastu grannar og borgarar annars á Tvøroyri.

Facebook viðmerking