Húsabjálving

BAKKAFROST søkir lívfrøðiligan mennara til smoltstøðina á Viðareiði

Sum lívfrøðiligur mennari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

Arbeiðsøki
Sum lívfrøðiligur mennari ert tú partur av dagliga arbeiðinum á smoltstøðini á Viðareiði, ið er millum størstu smoltstøðirnar í landinum. Stórar útbyggingar eru framdar síðani 2013. Støðin er nútímansgjørd við nýggjum og størri eindum, betran av endurnýtsluskipanum av vatni og nýggjari generatorskipan. Á støðini starvast 9 fólk. Smoltstøðin arbeiðir eftir strongum góðskuskipanum og ætlanin er at uppraðfesta hetta økið. Tú vísir til formannin á smoltstøðini og tú fert at samskifta nógv við Góðskudeildina.

Tú fert at hava sjálvstøðuga ábyrgd á økinum og skalt tryggja neyðuga framgongd ígjøgnum gott samskifti við viðkomandi partar. Tú skalt tryggja, at:
· smoltstøðin lýkur øll ásett krøv í mun til lóggávu og teimum altjóða góðkenningum, sum vit arbeiða eftir
· verandi mannagongdir á innaneftirlitsøkinum verða optimeraðar og mentar
· arbeiðsgongdir verða íverksettar

Tín vangamynd
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og ein brennandi áhuga fyri lívfrøði, ið er ein fortreyt fyri at eydnast væl í hesum starvinum. Viðkomandi útbúgving er djóralækni, lívfrøðingur, kemiverkfrøðingur, mikrobiologur, matverkfrøðingur, framleiðsluverkfrøðingur ella líknandi. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir frá arbeiði innan aling, góðskuarbeiði ella eftirlitsarbeiði, og tú mást hava hegni og dirvi at leiðbeina starvsfelagar innan økið.

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfullur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar . Eisini leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis. Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

Vit bjóða
Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Starvið er nýtt, og tú verður við til at mynda tað. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á www.starvsportal.fo 
Facebook viðmerking